Hvat er demokrati?

Hvat er demokrati?

Vanligur prísur
198,00 kr
Útsøluprísur
198,00 kr
Ókeypis útbering í Føroyum

Tann kendasta av bókum Kochs man vera kjakframløgan Hvat er demokrati, sum í sínum essayformi setur spurnartekn við m.a. rættarsamfelagið og ta nógv brúktu atkvøðugreiðsluna. Í einum fólkaræði er tað sambært Koch ikki skilabest, tá ið ein er noyddur at atkvøða um málini. Harvið hevur ein í roynd og veru prógvað, at fólkaræðið ikki virkar, sum tað átti, heldur Koch. Tað er samrøðan, ið skal vera miðdepilin. Harvið tekur Koch tann dialektiska arvin upp frá Sokratesi: Vit kenna ikki sannleikan, men vit mugu tosa okkum fram til hann í felag. Mest kenda dømi hansara er orðið og svørðið. Her sæst orðið sum tað berandi í fólkaræðinum, men svørðið er tað sama sum atkvøðugreiðslan, t.v.s rein valdsnýtsla uttan sínámillum fatan.

Koch staðfestir í bókini, at fullkomin friðarhugsjón ikki ber til í einum fólkaræði, av tí at tað altið eru onkur, ið ikki vilja gera eftir reglunum og skilja virðið av eini samtalu – ímóti teimum kann ein bara verja seg við løgreglu og hermegi. At hesar eindirnar so ikki fremja reiðiligan harðskap er bara tí, at tær hava rættin á síni síðu, heldur Koch.

Fyri Koch var tað ikki bara týðandi, at tær ymsu spælireglurnar í politikki vórðu hildnar, men tað hevði eisini týdning, at kjakast varð um tey ymisku sjónarmiðini, áðrenn avgerð varð tikin. Á henda hátt kann ein loysn verða diskuterað, sum eisini tekur fyrilit fyri minnilutanum. Hann heldur, at fólkið skal verða “væl uppalt, tað merkir, at tey í skúlunum skulu vera við í teimum ymsu orðaskiftunum. Ein skal virða áskoðanirnar hjá hvør øðrum. Politikkur skal vera ein lívsformur. (Liv i Danmark, Benny Jacobsen og Ove Outzen)