Politikkur

Politikkur

Vanligur prísur
Útseld
Útsøluprísur
298,00 kr
Ókeypis útbering í Føroyum

Aristoteles er ein av teimum áhugaverdastu og mest siteraðu politisku heimspekingunum, sum heimurin nakrantíð hevur kent. Við Politikkinum roynir Aristoteles at finna fram til, hvussu tað góða samfelagið er, sum skal vera tann neyðugi karmurin um tað lukkuliga lívið hjá tí einstaka menniskjanum. Eftir at hava granskað tær ymsu stjórnarskipanirnar í teimum griksku býarstatunum, samskipar hann tað, hann hevur funnið og metir um tann ideella statin og tann, sum í verki er bestur


Brot úr Politikkur

Vit síggja, at ein og hvør statur er ein felagsskapur, og at ein og hvør felagsskapur er stovnaður við onkrum góðum endamáli í hyggju (alt menniskjansligt virksemi miðar eyðsýnt ímóti onkrum, sum verður hildið at vera gott). Tað er harvið greitt, at allir felagsskapir hava okkurt gott sum mál, at hetta serstakliga fatar um tann týdningarmesta av øllum felagsskapum, hann sum fatar um allar hinar, og at hann hevur sum endamál tað mest umráðandi av øllum góðum. Hetta er tað, sum vit kalla statin ella tann politiska felagsskapin.


Onkur heldur, at annaðhvørt ein er statsmaður ella kongur ella ræður yvir einum húshaldi ella yvir trælum, so er hetta sami starvsháttur, men tað er ikki rætt. Tey halda, at munurin bara er við, hvussu mongum ella hvussu fáum, tey ráða yvir, ikki við, at tað er ein aðalmunur teirra millum, tað merkir, at ræður ein yvir fáum, er ein harri yvir trælum, yvir fleiri, er ein húsbóndi, og um enn fleiri, er ein statsmaður ella kongur, eins og eingin munur er millum eina stóra familju og ein lítlan stat. Tá ið tað ræður um ein statsmann ella kong, er hugsanarhátturin, at tá ið ein hevur tikið valdið sjálvur, er ein kongur, men gongur ein eftir reglunum í teirri politisku skipanini og stýrir ella verður stýrdur eftir tørni, er leiðarin statsmaður.


Men hetta er ein skeiv áskoðan, og tað fer at vísa seg, um vit taka henda spurningin upp við tí mannagongd, vit plaga at brúka. Sum á øðrum økjum mugu vit eisini her taka til viðgerðar tær einstøku luteindirnar, sum tað samansetta er úr, tað er teir minstu staklutirnar av øllum. Tá ið vit soleiðis hyggja at teimum pørtunum, sum ein statur er settur saman av, fara vit eisini á hesum økinum betur at síggja, hvat tað er, sum skilur tey virksemini, vit nevndu omanfyri, hvørt frá øðrum, og um møguligt koma fram til eitt úrslit á eini vísindaligari grund.