Í París hittir Abelard ta blaðungu Heloise og verður heilt burtur í henni. Gjøgnum pápabeiggja hennara, Fulbert, fær Abelard í lag, at hann gerst húslærari hjá tí vøkru og gávaðu ungu gentuni, og tey forelska seg brennandi í hvør øðrum. Eftir at Fulbert hevur uppdagað, hvussu vorðið er teirra millum, kemur so tað loyniliga hjúnalagið og seinni yvirgangurin á Abelard, har Fulbert letur hann skammfara so ræðuliga, at hann ikki kann halda fram í samlívinum við Heloise. Tey leita bæði skjól í kleysturlívinum.