Játtanir Augustinusar er ein av teimum mest týðandi og mest nýskapandi verkunum í latínskum bókmentum. Bókin er skrivað, tá ið høvundurin var fyrst í fýratiárunum í teimum seinastu árunum av fjórðu øld e.Kr. og í teimum fyrstu árunum, hann var biskupur. Hon endurspeglar lív hansara og virksemið við at endurminnast og tulka eina lívsgongd.
Inngangur til Játtanir Augustinusar eftir Hans J. Joensen
Augustinus telist ikki bara millum størstu andsmenni í fornkirkjuni, men tankar hansara og persónsmenska vóru av slíkum slagi, at hann neyvan átti sín líka innan vesturlendsku katolisismuna. Fram um allar aðrar var tað hann, ið varð lærimeistarin í latínsku kirkjuni, samstundis sum hann fekk avgerandi týdning fyri gudfrøði og kristinlív í miðøldini.
Augustinus varð føddur í 354 í Tagaste í Numidia í Norðafrika. Faðir hansara var heidningi, men móðirin, Monica, var íðin katolikkur og gav soninum eina kristna uppaling, sum hann ongantíð gloymdi seinni í lívinum. Longu sum barn var hann katekumenur, og hóast mongu umskiftini í ungdómsárunum kendi hann seg altíð sum kristnan. Við sparsemi og nøgdsemi eydnaðist tað foreldrunum at geva soninum best hugsandi útbúgving sum retor ella talari, og soleiðis skuldi framtíð hansara verið tryggjað. Næmur sum hann var, fullførdi hann lættliga lesturin, og bara nítjan ára gamal fekk hann starv sum lærari í retorikki. Eftir at hava virkað sum lærari í eitt ár í Tagaste, fór hann til Karthago og virkaði har sum professari í tíggju ár. Hann var framúr góður lærari, millum teir allar bestu, og savnaði hóp av næmingum rundan um seg. Men hann vildi longur enn. Í 383 fór hann til Roma, har møguleikarnir vóru enn fleiri, og longu árið eftir varð hann tilnevndur professari í retorikki í Milano. Nú lá leiðin greið til eitt av hægstu størvum í tænastu hjá stjórnini.
Augustinus hevði eftir sera stuttari tíð nátt hægstu tindar. Men hóast hann var ovurhonds framsøkin og ærusjúkur, formáddi allur viðgangurin ikki at gera hann nøgdan. Í mong ár hevði hann strevast við at finna sannleikan, men uttan úrslit. Tað byrjaði, tá ið hann seinasta lestrarárið las Horentius hjá Cicero. Henda filosofiska skrift eggjaði til at søkja heimspekina sum hin sanna og ódeyðiliga vísdómin, og hesin vísdómur var tann einasti, ið kundi gera menniskjað eydnusælt. Hesin lestur kom at merkja eina veking í lívi hansara. Hann ásannaði, at endamálið við lívinum var at liva í vísdóminum sum tað einasta veruliga. Og tá hann ikki var í iva um, at vísdómurin var Gud, fór hann undir at lesa Bíbliuna. Men óvandaliga málið, antropomorfu gudshugmyndirnar og óandaligu forskriftirnar í Gamla Testamenti buðu honum ímóti, og spurningurin um trúgv og vitan var framvegis líka átrokandi. Honum tókti ikki, at tann kristindómurin vera nøktandi, sum móðirin hevði lært hann. Men var kristindómurin ikki førur fyri at loysa trupulleikar hansara, so bendi mangt á, at manikeisman var. Hann vendi sær tí til manikeismuna, sum tyktist vera tann sanni kristindómurin, tí hon boðaði Krist og sameindi trúgv og vitan við frágreiðingum sínum um heimin og mannatilveruna. Eisini dámdi honum væl strongu asketisku lívsførsluna hjá manikearunum.
Í níggju ár hoyrdi Augustinus til manikeararnar og prædikaði íðin tankar teirra. Men sum frá leið varnaðist hann, at ikki alt var, sum tað átti at vera. Tað vísti seg, at loysnirnar hjá manikearunum stóðu ikki vísindaligu royndina, og tá eingin teirra kundi geva honum nøktandi svar á kritisku spurningar hansara, var endin, at hann rýmdi frá teimum. Manikeisman var ikki tann andaliga kristna lívsáskoðanin, hann hevði hildið hana verið. Hesi árini fekst Augustinus íðin við vísindaligt arbeiði av heimspekiligum slagi, men tað vóru bert latínskir høvundar, hann las, av tí at hann dugdi ikki grikskt. Men tað var honum ikki nóg mikið. Hansara persónligi høvuðstrupulleiki var framvegis tann átrúnaðarligi spurningurin. Í hesi støðu kendi hann seg drignan at platonisku skeptikarunum, hvørs skriftir hann hevði fingið kunnleika um. Hann ivaðist tó ikki í, at Gud var til, at tað var ein rættvís forsjón, og at menniskjað sum ein ódeyðilig vera var ætlað at kenna sannleikan; men hann ivaðist í møguleikunum at fáa eitt nóg væl grundað innlit í hesar spurningar.
Hann kom so til Milano og gjørdist lærari í retorikki. Her fekk hann samband við Ambrosius, biskup, og gjøgnum prædikur hansara fekk hann eina nýggja fatan av katólsku kirkjuni. Ambrosiusar allegoriska bíbliutolking sannførdi hann um, at tær atfinningar, sum hann saman við manikearunum hevði ført fram móti Bíbliuni, vóru ógrundaðar. Varð farið aftur um bókstavin, so avdúkaðist eisini tann sanni andaligi boðskapurin, at Gud var andi, og at hann hevði skapt menniskjað til at kenna og elska seg. Orsøkin til syndina var menniskjans óndi vilji, og at tað var bundið at sansaverðini. Samstundis gjørdist tað honum greitt, at júst tann katólska kirkjan var sannleikans berari og verji. Og tað var júst ætlanin við henni, at hon skuldi leiða menniskju til kunnleika um sannleikan. Hann kom nú eisini at síggja autoritetsprincippið í nýggjum ljósi; tá ið menniskju ikki sjálv kunna skilja sannleikan, so má hann verða opinberaður fyri teimum, og tey mega so taka ímóti honum í trúgv við áliti á tann autoritet, sum er givin øðrum. Úrslitið av øllum tí, ið nú var hent, var, at hann læt seg skriva inn sum katekumen í kirkjuni.
Tað vóru nýplatonikararnir í Milano, sum fingu Augustinus at lesa nakrar av Plotins skriftum. Og tað var ikki smávegis ávirkan, tær høvdu. Við eitt var hann púra sannførdur um, at andaligi heimurin var einasti og absolutti veruleikin, og at Gud var hugsan, góðska og veran, og frá honum stavaði alt annað. Og samstundis varð spurningurin um upprunan at tí illa loystur. Tá ið alt, sum til er, hevur sín uppruna í Gudi, sum sjálvur er góðska og veruleiki, so má hitt illa vera til á tann hátt, at tað vendir sær burtur frá Gudi; tí er tað tað ikki-verandi, júst so sum nýplatonikararnir søgdu. Hann var sostatt samdur við nýplatonikararnar, at mál menniskjans var at sleppa sansaverðini og venda aftur til Guds sum tann einasta, ið kundi veita sanna eydnu. Sjálvur sigur Augustinus soleiðis frá tí, hann fekk frá nýplatonismuni: “Men tá á sinni, tá ið eg hevði lisið bøkurnar hjá platonikarunum og hevði funnið áheitanina um at leita eftir einum sannleika, sum ikki er av holdi, og tá ið eg hevði borið eyga við tína ósjónligu veran við at skilja verk tíni..., tá var eg vísur í, at tú ert til og ert óendaligur, og eg var vísur í, at tú veruliga ert til, tú sum altíð ert hin sami, í ongum førum og í ongum rørslum ein annar ella øðrvísi; haraftrat at alt annað er frá tær, sum tað óreingiliga vitnar um bert við at vera til. Tá ið eg síðani var spektur við tíni Bíbliu... átti eg at sæð týðuliga munin á sjálvshevjan og játtan, millum tey, ið síggja, hvagar leiðin gongur, men síggja ikki vegin, og so sjálvan vegin, ið gongur til hitt sæla fosturlandið, vit ikki bert fara at fáa at síggja, men fara at búgva í.”
Augustinus fór nú undir at lesa Paulus, og hann fann fram til, at Paulus var samdur við nýplatonikararnar. Men Paulus fór tó longur við at læra, at Gud í kærleika sínum sjálvur kemur til menniskjað fyri at frelsa tað og føra tað aftur til sín. Sannleikans vegur lá nú i fullum ljósi fyri honum. Eftir var avgerð viljans at geva seg til Guds; og tað var fyri Augustinus tað sama sum at slíta sambandið við heimin og víga seg til asketiska lívið, sum hann nú fekk nærri innlit í. Kortini dró hann á bæði, tí tað var alt annað enn lætt hjá honum at slíta við heimin. Men tað var eitt orð hjá Paulusi ápostli í Rómverjabrævinum, sum gjørdi úrsakan og beindi burtur síðstu forðingina fyri umvending hansara til kristindómin. Har sigur ápostulin: “Latum okkum hava sømiligan atburð sum á degi, ikki í ováti ella drykkjuskapi, ikki í ólevnaði ella siðloysi, ikki í klandri ella øvund; men íklæðist heldur Harran Jesus Krist, og havið ikki tílíka umsorgan fyri holdinum, at tað elvir girndir” (Róm. 13,13-14). Hesi orð fingu Augustinus at venda verðsliga lívinum bakið og at venda langtan síni frá verðsligu lutunum og móti Gudi og kunnleikanum um hann. Viljin vendi ikki longu í ymsar ættir, men ein veg, bara móti tí eina.
Umvendingin hevði við sær, at Augustinus gav uppat at stremba eftir freistandi starvinum sum retor; trældómurin undir verðsligu girndunum hvarv, og nú vendi hann huga sínum móti tí andaliga. Samstundis gav hann seg undir læru kirkjunnar og myndugleika hennara. Trúgvin á Jesus Krist gjørdi tað andaliga til ein livandi veruleika fyri honum. Endin varð, at hann tók endaliga avgerð um at venda heiminum bakið og samla seg um lívið fyri Gudi. Hesa hending, sum alt fyri eitt gav honum ein djúpan innvortis frið og gleði, metti hann sum sína eginligu umvending; í 387 læt hann seg doypa av Ambrosiusi og fór so stutt eftir aftur til Karthago. Á hesi ferð doyði móðir hansara, og henda hending setti sær djúp spor hjá honum. Fyrstu árini livdi hann sum privatmaður, men eftir nøkur ár varð hann valdur til presbytara (elsta) í Hippo Regius og í 395 til biskup. Hann var biskupur har til deyða sín í 430.
Við dugnaskapi og ídni røkti Augustinus í 34 ár bispagerning sín, og øll árini tók hann sum leiðari lut í øllum, sum viðvíkti norðafrikonsku kirkjuni. Hann var tann veruligi leiðarin, og hann stóð í fremsta rað í stríðnum við donatistarnar og pelagianararnar. Men umframt alt hetta, sum var meir enn ovmikið hjá einum manni, avrikaði hann samstundis øll síni mongu og týdningarmiklu skrivligu arbeiði. Hetta megnaravrik gjørdi, at hann longu í lívi sínum varð taldur millum størstu gudfrøðingar nakrantíð og mettur sum hægsti gudfrøðiligi myndugleiki í vesturlendsku kirkjuni.
De trinitate er dogmatiska høvuðsverkið hjá Augustinusi, men tá ið tað er undantikið, eru allar skriftir hansara vorðnar til við serlig høvi. Tær eru allar sprotnar úr tørvi kirkjunnar, og summar eru ætlaðar at loysa átrokandi kirkjuligar og gudfrøðiligar trupulleikar; og tær fevna um alt, ið viðvíkur átrúnarliga og gudfrøðiliga lívinum í kirkjuni. Umframt tær eginligu gudfrøðiligu skriftirnar eiga bíbliutolkingar hansara eitt serligt pláss millum skrivligu avrikini. Bíbliutolking-arnar, sum ofta byggja á prædikur, hann hevur hildið fyri kirkjuliðum sínum, vísa, at hann hevur megna at treingja djúpari inn í andan í Skriftini enn nakar annar av kirkjufedrunum. Í árunum saman við manikearunum helt hann lítið um Gamla Testamenti; serliga var tað tann eftir hansara meting “grovligi” stílurin og antropomorfismurnar, hetta at geva Gudi menniskjaligar eginleikar, ið beyð honum ímót. Men so við og við broyttist eisini hetta, og hann gjørdist sannførdur um, at Nýggja Testamenti liggur fjalt í Tí Gamla, men Tað Gamla liggur opið í Tí Nýggja, ella sum hann sjálvur skrivaði: Novum Testamentum in Vetere latet, Vetus in Novo patet.
Hóast ávirkanina frá nýplatonismuni hoyrir Augustinus heima í vesturkirkjuni. Men tað nýggja er, at hann - kanska sum tann einasti í fornkirkjuni - veruliga hevur ognað sær tankar Paulusar um synd og náði og um trúgv og rættvísgering. Lutvíst við at hugsa sjálvur og lutvíst við at lesa brøv Paulusar er hann vorðin sannførdur um spilluna í mannanatúrini og um, hvussu stórt vald arvasyndin hevur á menniskjum. Menniskjað er ikki ført fyri at virka tað, ið gott er, og tað, ið vísir seg sum dygdir, er bara lýsandi ódygdir, tí hugmóð og girnd hava ræði á menniskjans hjarta. Tí hevur frelsan sína grund í Guds miskunn og í útveljing hansara eina, og Augustinus firnast ikki fyri at taka fylgjurnar av hesum. Gud hevur frammanundan útvalt nøkur til frelsu og onnur til glatan. Frelsan er - sambært vanligari fatan í fornkirkjuni - at náðin verður givin í sálina, ella sum tað eitur á latíni infusa (helt í). Henda íhelta náðin er tað, sum so skapar trúnna og kærleikan í menniskjum, og tað er einans hesi náði at takka, at menniskjað megnar at gerast rættvíst og at ogna sær tann heiður, ið Gud krevur. Gaman í er hesin heiður ella meritum Guds egnu gávur, ið hann samsýnir, men menniskjað má ikki standa við tómum hondum á evsta degi.
Samstundis er tað ikki smávegis, ið Augustinus á etiska økinum hevur lagt í leypin hjá kirkjuni og vestureuropeisku mentanini sum heild. Sum samtíð hansara hevði eisini hann stóra virðing fyri askesuni sum hægsta lívshátti, tí lívsins hægsta mál var, at friðleysa hjartað fann hvíldina í Gudi. Men tað eydnaðist honum eisini innan fyri teir garðar, sum askesa og mystikkur reistu, at gera rúm fyri mentanini í víðastu merking, fyri list og vísindi, hjúnalagi og heimalívi, arbeiði og eigindómi, ríkismálum og politikki, men tó sum relativum virðum, ið kunnu og eiga at verða nýtt at koma Gudi nærri við.
Við hugsanum sínum um synd og náði og við mentanaretikki sínum hevur Augustinus sum eingin annar sett sær spor innan vesturlendska katolisismu. Gaman í møtti læra hansara um prædestinatiónina (at Gud frammanundan hevur gjørt av, hvør ið skal verða frelstur, og hvør ið skal glatast) harðari mótstøðu. Hon var upphugsað í orðadrátti við munkin Pelagius, sum uttan hósk helt uppá, at menniskjað hevði frælsan vilja og evni at hjálpa til við frelsuni. Menniskjað var ikki deytt, sum Augustinus helt uppá, men frískt. Orðaskiftið helt fram eisini eftir deyða Augustinusar, og endaliga úrslitið gjørdist ein neyðsemja, sum vanliga verður nevnd “semipelagianisma” (hálvpelagianisma). Semipelagianararnir halda ikki, at menniskjað er deytt; men tað er sjúkt, og tí tørvar lekidóm. Tað var í høvuðsheitum henda fatanin, ið gjørdist tann vanliga í øldunum, sum komu. Tankarnir blivu ikki hugsaðir til enda, og prædestinatiónslæran bleiv linkað, so sigast kundi, at tað var eitt vist samstarv millum ta guddómligu náðina og tann menniskjaliga viljan.
Tað kann eingin ivi vera um, at Paulus er hin stóri lærumeistarin hjá Augustinusi. Tí kundi eisini Luther í stóran mun styðja seg við skriftum hansara. Men tað er munur á uppfatan Augustinusar og Luthers. Augustinus byrjar við innvortis ófriði menniskjans og langtanini og leitanini eftir eydnuni. Syndin er ikki sjálv langtanin og longsul menniskjans, men syndin er tað, at menniskjað søkir eydnuna har, hon ikki er at finna, í teimum tímiligu og verðsligu lutunum, í staðin fyri at søkja hana hjá Gudi. Tí ræður tað um at fáa menniskjað at sleppa teimum verðsligu lutunum og fáa tað at líta upp móti teimum himmalsku. Men eftir Luthers fatan er tað júst hendan trongdin hjá menniskjanum at bjarga lívi sínum og at bjarga eydnuni, sum er ónd, og tað er hon, tí hon er gjøgnumsúrgað av sjálvshevjan i staðin fyri av trúgv. Bara tann, ið missir lív sítt, skal bjarga tí.
Játtanir Augustinusar ella Confessiones, sum hann sjálvur nevnir tær, eru vorðnar eitt høvuðsverk innan heimsbókmentirnar. Játtanirnar eru skrivaðar í 399 til mótmælis móti teimum, ið vildu gudfrøðiligu hugsanum hansara ann við at vísa til manikeisku fortíð hansara. Í sær sjálvum eru Játtanirnar eitt hendinga menniskjaligt skjal, tí hetta er fyrstu ferð í fornari tíð, at vit at kalla andlit til andlits hitta eitt menniskja úr fornøld og kunnu fylgja lívinum og andaligu menningina hjá tí. Við stórfingnum sálarfrøðisligum evnum og sum ein meistari í stíli hevur Augustinus sagt frá serstakliga trúarlívi sínum, til hann í 387 fór aftur til Afrika. Og júst henda frásøgn hansara hevur í alstóran mun slóða fyri sjálvsævisøguni sum skaldskapargrein. Men Augustinus vildi bara siga frá sínum egna lívi fyri á tann hátt at lýsa tað, sum altíð er galdandi Guds viðurskifti við hitt einstaka menniskjað. Játtanirnar vóru ætlaðar at vera ein prædika um, hvussu Gud leitar upp og frelsir tað menniskjað, sum sjálvt hevur valt at liva fyri heimin og seg sjálvt, og sum tí hvíldarleyst reikar um í glatanini. Men eisini nakað nýtt kemur til sjóndar her; menniskjað er bert menniskja, tá ið tað sleppur sær sjálvum og tekur við tí veruliga og sanna menniskjansskapinum frá tí Gudi, sum tað er skapt at vera bundið at í einum persónligum felagsskapi. Tí kunnu vit bara skilja og lýsa menniskjað, um vit gera tað í menniskjans samanhangi við Gud. Og júst tí fatanin av Gudi hevur avgerandi ávirkan á, hvussu vit fata okkum sjálv, kallaði Augustinus verk sítt Confessiones, tað er lovprísan av Gudi og samstundis játtan av menniskjans syndiga lívið.
Sum sagt, er hetta fyrstu ferð í evropeiskum bókmentum, at ein høvundur hevur seg sjálvan og lív sítt sum høvuðsevni, og Játtanirnar hava tí verið lisnar og maktaðar og eftirgjørdar, alt síðani tær sóu dagsins ljós. Tað hevur ivaleyst eisini okkurt at gera við stílin og formin, sum Augustinus gav teimum. Frá byrjan og til enda vendir hann sær til Guds, og hann ger tað væl vitandi, at onnur fara at lesa bókina. Men alt, sum Augustinus hevur at siga, letur hann í ein málbúna, sum sømir tí Gudi, sum alt hevur skapt. Augustinus prísar skapara sínum fyri lív sítt, fyri tilveru sína í fortíð og nútíð, og hann ger tað við vónríkari framtíð. Hann ger tað við at játta syndir sínar og trúgv sína, villur sínar og mistøk, og hann prísar Guds forsjón, sum hevur leitt hann gjøgnum kreppur og umvending til dóp og frelsu. Men bókin er ikki skrivað sum so mangar sjálvsævisøgur og dýrlingaævisøgur við teirri einfaldu hugsan, at alt gjørdist gott her í lívinum, tá høvuðspersónurin náddi inn í kirkjunnar trygga favn. Augustinus biður ferð eftir ferð Gud geva tað, hann krevur, og krevja tað, hann vil. Tí er bókin eisini í ein vissan mun ein týðing ella tolking av hesum so ofta endurgivnu orðum hansara: “Tú hevur skapt okkum til tín, og hjartað okkara finnur ikki frið, fyrr enn tað hvílir í tær.”