Heiðursgáva landsins 2023 latin Eilifi Samuelsen
Heiðursgáva landsins 2023 verður latin Eilifi Samuelsen, týðara, fyri hasara stóra arbeiði at flyta klassiskar heimsbókmentir á føroyska tungu.
Heiðursgáva landsins er 75.000 krónur, og hon verður latin teimum, ið hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, handaði Eilifi Samuelsen, týðara, Heiðursgávu landsins, tá ið Mentanarvirðislønir landsins 2023 vóru handaðar í Vestmanna 18. oktobur 2023.