Aristoteles: Etikkin útkomin á føroyskum

Fyri júst einum ári síðani kom megnarverkið hjá Aristoteles, Politikkur, út í týðing eftir Eilif Samuelsen. Í dag, fríggjadagin 6. november, kemur so hitt stórverkið hjá Aristotelesi: Etikkin.

Aristoteles var ein av teimum stóru hugsarunum í fornøldini. Saman við Platoni verður hann roknaður millum teir heimspekingarnar, sum hava havt mestu ávirkanina á europeiska hugmyndasøgu.

Aristoteles var føddur í eini lítlari bygd, Stageira, í Norðurgrikkalandi á markinum til Makedonia og flutti 18 ára gamal til Athen. Her gjørdist hann næmingur á Akademinum hjá Platoni, eitt slag av gymnasium fyri ungar menn.

Eftir deyða Platons í 347 f.Kr. gjørdist Aristoteles lærari hjá Aleksanduri Mikla, sum tá bara var 13 ára gamal.

Aristoteles stovnaði seinni sín egna heimspekisskúla, Lykeion, sum varð uppkallaður eftir staðarnavninum har.

Nógv av ritverkum Aristotelesar eru varðveitt fyri eftirtíðina, og tey hava verið dúgliga viðmerkt og umrødd líka síðani deyða hansara og fram til dagin í dag.

Mest kenda etiska verk hansara er Etikkin, eisini kallað Tann nikomakiska Etikkin.

Aristoteles sá veruleikakent upp á henda heimin og skilti ímillum stoff og form - øvut av Platoni, ið sum idealistur í staðin skilti ímillum idé og fyribrigdi. Hjá Aristotelesi er etikkin eitt naturalistiskt fyribrigdi, við tað at hann ímyndaði sær, at tað liggur íborið í natúrini og harvið eisini í menniskjanum altíð at tráa eftir tí góða.

Aristoteles uppfatar menniskjað sum eina grundleggjandi góða og sosiala veru. Hetta setur sjálvandi sín dám á hansara etikk heilt grundleggjandi, og tað verður tískil týðandi hjá honum at greiða frá, hvussu menniskjað fær ment eina røð av ymsum formum fyri dygdum.

Sum Platon heldur Aristoteles, at serligi eginleikin við menniskjanum er, at tað eigur skynsemið, vitið og skilið og evnini at lurta eftir tí. Sambært Aristotelesi er tað yvirskipaða málið hjá menniskjanum lukkan. Hana vinnur tú bara, um so er, at virksemið hjá sálini er í samsvari við skynsemið og dygdirnar. Dygdirnar er tann moralska góðskan, sum vinnast kann við at venja seg til eitt.

Fyri Aristoteles er moralsk góðska eitt slag av gyltari miðleið. Miðleiðin millum at vera gírigur og oyðslutur verður t.d. at vera gávumildur. Tað vil siga, at eitt og hvørt menniskja, sum hevur vitan, vil sleppa undan tí, sum er ov nógv, og tí, sum er ov lítið, men vil velja millumlutin.

Tann etiskt rætta gerðin er altíð í miðjuni, tað vil siga ímillum óhógv og trotið. Á henda hátt er meira talan um at royna at koma fram til eina javnvág enn at skula avmarka sínar girndir og sín tørv.

Tað er Forlagið HEMLIÐ, sum gevur bókina út. Forlagið gevur út klassikarar í heimsbókmentum og hevur higartil givið út 9 bøkur.

Bókin er 381 blaðsíður og fæst í øllum bókabúðum og ómakaleyst frá www.hemlid.fo