Dialogar Platons hava havt eina djúptøkna ávirkan á heimspeki og hugsan í Vesturheiminum, og bókmentaliga dygdin setur teir millum fremstu verkini í fornøld, og er óloysiliga knýtt at heimspekiliga virki Platons.
Platon skrivaði ikki heimspekiligar ritgerðir, men dialogar, tvírøður. Sjálvur er Platon ongantíð við í samtaluni, men heldur seg aftanfyri sum rithøvundur. Tað er Sokrates, lærumeistarin hjá Platoni, ið hevur orðið. Í hesi aðru bókini í røðini Dialogar eru fýra tvírøður:
-
Timaios
-
Kritias
-
Filebos
-
Protagoras
Sokrates og samrøðufelagar hansara skifta orð um eina røð av heimspekiligum økjum í hesum fýra dialogunum.
Ein týðandi kjarni í dialogunum er, at teir eggja lesaranum til at hugsa sjálvur og umhugsa tað, sum orð verður skift um.