Dialogar Platons hava havt eina djúptøkna ávirkan á heimspeki og hugsan í Vesturheiminum, og bókmentaliga dygdin setur teir millum fremstu verkini í fornøld, og er óloysiliga knýtt at heimspekiliga virki Platons.
Platon skrivaði ikki heimspekiligar ritgerðir, men dialogar, tvírøður. Sjálvur er Platon ongantíð við í samtaluni, men heldur seg aftanfyri sum rithøvundur. Tað er Sokrates, lærumeistarin hjá Platoni, ið hevur orðið. Í hesi fyrstu bókini í røðini Dialogar eru fýra tvírøður:
-
Parmenides
-
Theaitetos
-
Sofisturin
-
Statsmaðurin
Sokrates og samrøðufelagar hansara skifta orð um eina røð av heimspekiligum økjum í hesum fýra dialogunum.
Tað kann vera torført at fáa skil á, hvat Platon og Sokrates veruliga meina, og hvør ‘heimsspekiligi sannleikin’ í dialogunum er. Júst hetta er ein týðandi kjarni í dialogunum - teir eggja lesaranum til at hugsa sjálvur og umhugsa tað, sum orð verður skift um.