Lív Karlamagnusar
Lív Karlamagnusar

Lív Karlamagnusar

Vanligur prísur
198,00 kr
Útsøluprísur
198,00 kr
Eingi eyka gjøld

Flestu føroyingar munnu kenna navnið Karlamagnus, um ikki annað so av tí nógv umtalaðu breytini uppi í Hoyvík, sum hevur fingið navn eftir honum.

Karl hin Mikli er eisini kendur ígjøgnum kvæðini um brøgd hansara á vígvøllinum og tólvjavningarnar við Ólivanti, sum blásti í hornið, tá ið teir vóru komnir í tronga í Runsivali.

Tað er munkurin Einhard, skrivari og næsti ráðgevi Karls, sum eftir deyða hansara skrivaði lívssøgu hansara: Vita Caroli Magni.

Yrkisleið Karlamagnusar var makaleys. Hann byrjaði sum kongur fyri tað hálvbarbariska frankafólkið og endaði dagar sínar sum „rómverskur“ keisari, í veruleikanum ráddi hann yvir eitt Europa, hvørs smástatir hann vann á í óteljandi kríggjum.

Munkurin Einhard var ráðgevi og skrivari Karlamagnusar, sum í 830-árunum setti seg og skrivaði niður tey sprøklutu minnini, hann hevði savnað sær í einum longum lívi í tænastu hjá valdinum. Tað er ein hugtakandi fagnaður, sum nú á fyrsta sinni kann verða lisin á føroyskum. Einhard er frómt ókritiskur ímóti tí, sum harri hansara hevst at. Um líðingarnar hjá sakslendingum staðfestir munkurin sakliga, at tol Karls við teimum hevði verið óendaligt: „hann misrøkti ongantíð at revsa teir“.

Latínprofessarin Birger Bergh stendur fyri týðingini, og eitt tilvitað námsfrøðiligt tak er at bera fram tann latínska og tann svenska (føroyska) tekstin á somu opnu fyri beinleiðis at kunna bera saman málini. Í einum fryntligum inngangi kunnar Birgitta Kurtén-Lindberg lesaran í samtíð og lívsverki Karlamagnusar. Hann er ein av teimumavgjørt fremstu úrmælingum í Europa og mál hansara var ein europeisk eind savnað undir spíra hansara – ein undangongumaður til okkara EU.

 

Eilif Samuelsen hevur týtt bókina úr svenskum.