Um veran og veru eftir Thomas Aquinas

Um veran og veru eftir Thomas Aquinas

Vanligur prísur
198,00 kr
Útsøluprísur
198,00 kr
Ókeypis útbering í Føroyum

Ungdómsverkið hjá Thomas Aquinasi De ente et essentia er eitt lítið rit um eitt stórt evni. Onkur hevur kanska hug at siga: eitt alt ov lítið rit um eitt alt ov stórt evni. Tað snýr seg rætt og slætt um tað sum er. Og um hvat tað sum er, er. Øðrvísi sagt: um hvat tað vil siga at vera, og hvat tað vil siga at vera nakað ávíst, í mun til nakað annað. So einfalt. Og so torført. 


Brot úr Um vera og veru

Ungdómsverkið hjá Thomas Aquinasi De ente et essentia er eitt lítið rit um eitt stórt evni. Onkur hevur kanska hug at siga: eitt alt ov lítið rit um eitt alt ov stórt evni. Tað snýr seg rætt og slætt um tað sum er. Og um hvat tað sum er, er. Øðrvísi sagt: um hvat tað vil siga at vera, og hvat tað vil siga at vera nakað ávíst, í mun til nakað annað. So einfalt. Og so torført.

    “Vera” man vera tað mest nýtta sagnorðið í málinum. Tað kemur til sjóndar á onkran hátt í teimum flestu útsøgnum. Men hvat merkir tað, at nakað er ? Hvat merkir tað t.d. at De ente et essentia er eitt rit? Hvat slag av veran hevur ein bók, ein ritgerð? Hvat slag av tilveruformi? Er hon í somu merking sum hesin inngangurin, eg nú skrivi, er? Ella tann teldan, eg nú nýti? Ella eg sjálvur? Ella mínir tankar? Um so er, at heimurin er samløgan av øllum lutum, sum eru, finst valla nøkur týdningarmiklari uppgáva fyri hugan enn tann at skilja, hvat ið veran er. Hamlet vildi vera við, at tað var sjálvur spurningurin: “To be or not to be....”      
    Heimspekingarnir hava gjøgnum søguna tikið nógv tvørlig mál upp til umrøðu og roynt at loysa líka mong. Men undir tí mestu av teirri heimspekiligu umhugsanini, frá undan-sokratikarunum til eksistensialistarnar í 20. øld, liggur óivað upplivingin av tilverunnar grundleggjandi loynidómi:  undranin um, at heimurin og vit sjálv yvirhøvur eru, og ein trá eftir at skilja hesa veran.
    Tekstin hjá Thomas Aquinas man í dag helst roynast teimum flestu sum ein rættiliga úrtøkilig prosa, latin í eitt fjarskotið frøðimál. Tann beri og blektaði skolastikkur. Ja, hetta ritið er í roynd og veru eitt ektað stykki av slagnum. Men letur tú teg steðga longu har, hevur tú í so lættliga lagt teg til hvíldar í flógvum fordómum. Hámiðaldar skúlaheimspeki er, sum øll heimspeki, ikki nakað annað og nakað meira duldarfult enn ein roynd at fata heimin við at nýta hugans amboð: orð, hugtøk, ímyndan. Hvør tíð og hvør stevna hevur síni. Mong av hugtøkunum og ímyndunum í miðøldini vóru ymisk frá okkara. Men tann, ið er nóg forvitin og tolin at arbeiða seg inn í hugtaksheimin hjá Thomasi Aquinas, fer helst rættiliga skjótt at koma eftir, at metafysikkin í De ente et essentia ikki er høgtflúgvandi tankar um óskiljandi evni, men er ein rímiliga skynsom og eftirkannað roynd at skilja heimin rundan um okkum við at nýta eitt ávíst hugtakskervi.
    Evnið er tíðarleyst. Men formurin, hugtøkini, fatanarramman eiga heima í einum ávísum høpi: tí søguliga veruleikanum, sum var Thomas Aquinusar. Okkara egni veruleiki 750 ár eftir er ein heilt annar. Nógv er hent og nógv er hugsað, síðani Thomas legði pennin. Onkur vil kanska halda, at tað tí ikki kann vera nakað av áhuga at heinta hjá einum dominikararamunki úr 13. øld. Onnur – og sjálvur eri eg teirra millum – vilja lurta eftir honum út frá tí varhuga, at í heimspekini, roynd menniskjans at skilja tilveruna, er fortíðin ongantíð løgd afturum einaferð med alla. Teir spurningar, vit seta, og tey svør, vit royna at geva teimum grundleggjandi spurningunum, eru borin fram í eini siðvenju, har eingin byrjar við ongum forkunnleika.
    Sjálvt ein René Descartes, sum 400 ár eftir Thomas vildi byrja heilt av nýggjum, óheftur av øllum, sum hugsað var undan honum, má lata sær lynda at verða avdúkaður hesum viðvíkjandi. Hansara metafysikk, ið sigst at vera byrjanin til nýtíðar heimspekina, er eitt gott mið hjá teimum, sum eru úti eftir staklutum úr tí skolastisku hugsanini, sum hann sjálvur meinti at hava lagt afturum seg. Vit hugsa ikki í einum tómrúmi, men í einum tungumáli og innan fyri ein heildarsjónarring, sum er søguliga flýggjaður víðari.
    Millum tann feudala, kirkjuliga merkta heimin langt undan ídningini, sum var ramman rundan um hugsan Thomasar, og tann sekulariseraða, tøkniliga merkta mentanarformin á okkara døgum, liggur ein long menning og ein ørgrynni av royndum, sum ógvisliga hevur broytt okkara hugsunarhátt og okkara fatanarhættir. Thomasar heimur – bæði samfelag og alheimur – var ein stigskipaður bygnaður av hægri og lægri verum og maktum, ein andaliga avgjørdur hugaheimur. Í okkara heimi eru tað aðrar kreftir og aðrir stovnar, sum stýra og tolka lívið frá vøggu í grøv. Vit leita eftir øðrum stuðulsdeplum og brúka aðrar frymlar í okkara royndum at skilja fyribrigdini í náttúruni og samfelagnum. Tí er góður vilji og vitborið dirvi at fara í holt við avbjóðingar ikki altíð nóg mikið til tess at treingja inn í eitt verk sum hetta. Tann heimspekiliga greiningin eigur at verða grundfest í kunnleika um tað søguliga rúmið, sum verkið hoyrir saman við, ta heildina, tað er ein partur av. Fyri at kunna lesa hetta ritið og fáa nakað burtur úr og ikki bara staðfesta, hvat Thomas skrivaði, men eisini skilja, hvat hann meinti við tí, hann skrivaði, er tað ein fyrimunur at vita nakað um andslívið í miðøldini.
    Einki menniskja hevur vitað, at tað livdi í miðøldini. Orðið eigur eftirtíðin. Men í roynd og veru liva vit jú øll í eini miðøld: millum tvær tíðir, millum eina fortíð, vit eru farin frá og eina framtíð, vit ikki kenna. Tað var í 1400-talinum, í tí italsku ung-endurburðartíðini, at samtíðar humanistarnir fóru at tala um eina “miðøld” sum eitt tíðarskeið, ið var lagt afturum. Heitið var ikki serliga jaliga meint. Tað var parantesin millum fornøld og teirra egnu tíð, tvey tíðarskeið við ríkum og eldhugaðum mentanaravrikum á øllum økjum. Tíðliga fekk miðøldin hongt lýsingarorðið “myrk” á seg. Slóðararnir í upplýsingarideologi í 1700-talinum yvirtóku ikki bara miðaldarhugtakið hjá endurburðartíðini, men eisini uppfatanina av tíðarskeiðinum sum ein antihumanistiskan mentanarsteðg. Og hóast romantikararnir rundan um byrjanina av 1800-talinum við sínum forkærleika fyri tí dularfulla og síni dyrkan av tí farna, royndu at endurbøta umdømið hjá miðøldini  upp á sínar serligu fortreytir, tykist ímyndin um ta myrku miðøldina at vera ring at basa. Orðingin fer helst framvegis at liva í tí mentunarpolemiska høpinum, men sum hjálparhugtak í eini søguligari greining er tað ikki serliga fruktagott. Miðøldin rúmar óivað – sum eitt og hvørt annað tíðarskeið – alskyns fyribrigdi, frá teimum vit døma sum bikasvørt til tey, vit uppfata sum lýsandi. Áðrenn vit fara at moralisera, eiga vit at royna at skilja fyribrigdini mest møguliga út frá tíðarinnar egnu fyritreytum...