Retorikkur

Retorikkur

Vanligur prísur
248,00 kr
Útsøluprísur
248,00 kr
Ókeypis útbering í Føroyum

Tekstsløgini hjá retorikkinum eru trý í tali, tí so nógv sløg av áhoyrarum eru til, eisini til talur. Ein tala er sett saman av trimum lutum: talaranum, evninum fyri taluni og tí, sum talarin vendir sær til, og tað er hesin seinasti, tað er áhoyrarin, sum er málið.

Leiklutur áhoyrarans má annaðhvørt vera eygleiðandi, ella hann skal gera sær eina hugsan, og henda hugsanin geldur annaðhvørt fortíðina ella framtíðina.

Ein limur í fólkasamkomuni til dømis, skal gera sær eina hugsan um mál, sum viðvíkja framtíðini, ein dómari um mál, sum viðvíkja fortíðini, og tann eygleiðandi áhoyrarin skal meta um dugnaskap talarans. So statt mugu tað vera trý sløg av retoriskum talum: politiskt-ráðgevandi talur, rættartalur og epideiktiskar talur.

Politiskar talur skulu annaðhvørt viðmæla ella ráða frá onkrum.

Annaðhvørt ein gevur ráð privat ella heldur eina politiska talu, ger ein altíð annað ella annað. Rættartalur eru annaðhvørt ákærutalur ella verjutalur, tí partarnar í einum trætumáli mugu neyðturviliga gera annað. Epideiktiskar talur hava sum uppgávu at rósa ella finnast at.