Hvussu verður eitt væleydnað handrit evnað til? Hvussu kann ein sjónleikur fanga áskoðaran?
Aritoteles gav við Poetikkinum leiklistini og føgrum bókmentum meginreglur at halda seg til og virka eftir.
Verkið viðgerð teir megintættir, sum bæði skemtileikir og sorgarleikir byggja á. Aristoteles greinar, hvussu eitt handrit verður bygt upp. Og hann vísir á, hvussu søgugongdin kann ala fram kenslur hjá teimum, sum hyggja og lesa.
Greiningarnar í Poetikkinum hava havt avgerðandi ávirkan á eftirtíðina. Frá frásøgukynstri, søgugongd til eginleikarnar hjá einstøku persónunum í eini søgu. Alt hetta sæst aftur tann dagin í dag og er grundarlagið undir leiklistini um okkara leiðir. Verkið hevur havt ein slíkan týdning, at eisini í Hollywood verða boðin út skeið í Poetikkinum eftir heimspekingin Aristoteles.