Um Statin
Í Statinum leggur Platon fram sína statslæru, seinni endurskoðaði hann hana eitt sindur í Lógunum. Hann sær statin í samsvari við mannasálina og teir tríggjar partarnar, hon er samansett av: skynsemi, vilja og innantrongd. Idealstaturin skal hava tríggjar samsvarandi stættir: Teir sum stjórna skulu vera teir klókastu og best útbúnu, t.e. heimspekingarnir; vaktararnir ella hermenninir er tann stættin, sum svarar til dirvið og viljan; vinnulívsmenninir skulu samsvara til girndirnar. Hvør av hesum stættunum hevur sína egnu serstøku dygd, sum er ávikavist vísdómur, dirvi og hóvsemi, og tá ið tað rætta lutfallið er millum stættirnar í statinum (samsvarandi teir tríggjar partarnar í sálini hjá einstaklinginum) verður eisini tann fjórða dygdin, rættvísið, gjørd til veruleika.
Akademiið hjá Platoni var til sum heimspekingaskúli heilt til 529 e.Kr., sostatt í uml. 900 ár, og tað er neyvan nakar annar heimspekingur, sum hevur havt størri ávirkan enn Platon. Allir seinni formar fyri idealismu standa meira ella minni í beinleiðis skuld til hansara. Gjøgnum nýplatonismuna og teir fyrru kirkjufedrarnar serstakliga Augustin, eru ideir og sjónarmið hjá Platoni farin inn í tey kristnu høvuðsrákini, sum komu í hæddina við Lutheri og protestantismuni. Platon er tí meira livandi í mentanini á okkara døgum, enn tey flestu okkara geva okkum far um.