Essay (triðja bók) eftir Michel de Montaigne

Essay (triðja bók) eftir Michel de Montaigne

Vanligur prísur
298,00 kr
Útsøluprísur
298,00 kr
Ókeypis útbering í Føroyum

Michel de Montaigne var millum teir størstu heimspekingarnar í 16. øld.

Triðja bókin í røðini Essay eftir Michel de Montaigne kom út í 1588 og man vera tann besta í øllum verkinum. Í henni er hann minst heftur og mest seg sjálvur: “At lesararnir fagnaðu bókina so væl, hevur givið mær eitt sindur størri dirvi, enn eg væntaði mær.“

Hann er í fimmti ára aldrinum, men heldur seg vera ein gamlan mann. Hann situr í sínum elskaða bókasavni og hyggur aftur á lív sítt í eini skakandi tíð í søgu Fraklands, hann hevur upplivað pestfarsóttir og kríggj.

Forlagið HEMLIÐ gav út fyrsta partin í røðini Essay í 2021, annar partur kom í 2022, og við triðju bókini er “ferðin ígjøgnum Montaigne” endað, 400 ár eftir deyða hansara.

Eilif Samuelsen týddi hetta stórverk og gjørdi tað livandi á føroyskum.