Stjórnarskipan Athenaranna

Stjórnarskipan Athenaranna

Vanligur prísur
198,00 kr
Útsøluprísur
198,00 kr
Ókeypis útbering í Føroyum

Í fornøld var Grikkalandi býtt sundur í býarstatir, sum hvør hevði sína stjórnarskipan. Stjórnarskipan Athenaranna er ein av teimum 157 lýsingunum av hesum stjórnarskipanum, sum Aristoteles og næmingar hansara á skúlanum, Lyceum, savnaðu saman og góvu út.

Tær fóru allar fyri skeytið, men tann hjá Athen, sum fyri okkum er tann týdningarmesta, varð funnin aftur á nøkrum papýrus­rullum,­ sum­ British ­Museum í London ­hevði ­fngið ­fatur­ á ­úr ­Egypta­­landi. Hon varð almannakunngjørd á fyrsta sinni í 1891. Tað vakti alstóran ans, at hesir fornu tekstirnir vórðu afturfunnir, og tað setti granskingina av søgu Athens í nýtt ljós.

Teksturin innihelt ikki bara keldutilfar, sum áður var ókent,­ men ­høvundurin­ var, ­sum­ flestu­ gransk­arar ­halda,­ Aristoteles­ sjálvur,­ størsti heimspekingur og statsástøðingur í fornøld.

Í Politikkinum orðaði Aristoteles tað ástøðiliga grundarlagið fyri sínum statsástøði og greinaði tær jaligu og neiligu síðurnar á stjórnarskipanunum. Í Stjórnarskipan Athenaranna hevur hann havt høvi at granska eina politiska tilgongd í verki, hvussu Athen so líðandi menti fólkaræðið.