Tað etiska kravið í føroyskari týðing

Tað etiska kravið eftir K.E. Løgstrup er tann tólvta bókin, sum forlagið HEMLIÐ gevur út í føroyskari týðing eftir Eilif Samuelsen.

Tað etiska kravið er ein av teimum mest týðandi bókunum í danskari  hugmyndasøgu í 20. øld. Og hóast hon er skrivað fyri 60 árum síðan, er innihaldið framvegis áleikandi, ikki minst í eini tíð, har felagsskapir verða týndir, og har vit øll halda okkum vera óheft av hvør øðrum. Tí tað eru vit langt ífrá sambært Løgstrup.

Tvørturímóti kenna vit øll til kensluna av, at tað er okkurt, vit moralskt eiga at gera - hóast vit í roynd og veru ikki hava hug til tað, og hóast tað kann vera okkum til ampa. Lata vit vera at gera tað, gevur tað okkum ringa samvitsku, tí vit vita væl, at vit áttu at gjørt tað, og nú nívir tað okkum, at vit lótu vera. Vit áttu at havt tikið okkum stundir at tosa við tann strongda starvsfelagan, vit áttu at havt verið har sum stuðul hjá vinfólkinum, tá ið vinkonan rýmdi sín veg.

Men hvørjum henda samvitskunnar rødd nágreiniliga kemur av, og hvussu hon skal verða lýst, hava hugsarar stríðst um í øldir. Løgstrup heldur, at tað er lívið sjálvt, sum ger krav upp á okkum; tí at mannalívið nú einaferð er soleiðis, at liva vit ikki uttan at vera tvinnað saman við lívið hjá øðrum menniskjum, kunnu vit als ikki vera til og ikki verða kravd, eggjað, bjóðað av til at ansa eftir hinum. Tað er tann vakri og frálíka humani snúningsdepilin - at vit eru bundin at atburðinum hjá hvør øðrum. Og Guð havi lov fyri tað.

Bókin er 272 bls. og kostar 248 kr. Bókin kemur út týsdagin 25. oktober 2016 og fæst til keyps í øllum bókabúðum og á heimasíðuni hjá Forlagnum HEMLIÐ www.hemlid.fo