Stjórnarskipan Athenaranna eftir Aristoteles út á føroyskum
Í fornøld var Grikkalandi býtt sundur í býarstatir, sum hvør hevði sína stjórnarskipan.
Stjórnarskipan Athenaranna er ein av teimum 157 lýsingunum av hesum stjórnarskipanum, sum Aristoteles og næmingar hansara á skúlanum, Lyceum, savnaðu saman og góvu út. Tær fóru allar fyri skeytið, men tann hjá Athen, sum fyri okkum er tann týdningarmesta, varð funnin aftur á nøkrum papýrusrullum, sum British Museum í London hevði fingið fatur á úr Egyptalandi.
Hon varð almannakunngjørd á fyrsta sinni í 1891. Tað vakti alstóran ans, at hesir fornu tekstirnir vórðu afturfunnir, og tað setti granskingina av søgu Athens í nýtt ljós. Teksturin innihelt ikki bara keldutilfar, sum áður var ókent, men høvundurin var, sum flestu granskarar halda, Aristoteles sjálvur, størsti heimspekingur og statsástøðingur í fornøld. Í Politikkinum orðaði Aristoteles tað ástøðiliga grundarlagið fyri sínum statsástøði og greinaði tær jaligu og neiligu síðurnar í stjórnarskipanunum. Í Stjórnarskipan Athenaranna hevur hann havt høvi at granska eina politiska tilgongd í verki, hvussu Athen so líðandi menti fólkaræðið.
Stjórnarskipan Athenaranna fæst í bókabúðum kring landið alt.