SENECA ÚT Á FØROYSKUM

Í dag kemur bókin ”Um stutta lívið og onnur rit” eftir stoiska heimsspekingin Seneca út á føroyskum. Forlagið HEMLIÐ gevur bókina út. 


Viðhvørt ljóðar Seneca sum ein kognitivur terapeutur, viðhvørt sum ein amerikanskur filmssersjantur. 


Tað hugtók Seneca, hvussu vit kunnu verða verandi frí innan í okkum í eini óútrokniligari tilveru.


Strangur í síni moralsku áskoðan, men ikki heilt reglufastur. Sjálvvissur og langrøkjutur. Men eisini beinleiðis og lítillátin. 


Eitt týðiligt úrslit av rómversku yvirstættarumstøðum sínum og samstundis altíð hugtakandi at lesa - eisini nú á døgum.


Henda bókin fevnir um fýra av týdningarmestu ritunum hjá Seneca. Les millum annað um “Tað stutta lívið” og “Tað eydnuríka lívið”.


Eilif Samuelsen hevur týtt hesar brellbitarnar úr einum víðfevndum skaldskapi.


Hetta er einogtjúgunda útgávan hjá forlagnum HEMLIÐ, ið gevur út heimsklassikarar í føroyskari týðing.


Bókin er 166 bls og fæst til keyps her á www.hemlid.fo