Lív Karlamagnusar á føroyskum
Í dag gevur Forlagið HEMLIÐ út eina lítla bók um lív Karlamagnusar. Flestu føroyingar munnu kenna navnið Karlamagnus, um ikki annað so av tí nógv umtalaðu breytini uppi í Hoyvík, sum hevur fingið navn eftir honum.
Karl hin Mikli er eisini kendur ígjøgnum kvæðini um brøgd hansara á vígvøllinum og tólvjavningarnar við Ólivanti, sum blásti í hornið, tá ið teir vóru komnir í tronga í Runsivali.
Tað er munkurin Einhard, skrivari og næsti ráðgevi Karls, sum eftir deyða hansara skrivaði lívssøgu hansara: Vita Caroli Magni.
Eilif Samuelsen hevur týtt bókina úr svenskum.
Forlagið HEMLIÐ gevur út klassikarar í heimsbókmentum og hevur higartil givið út 19 bøkur. Yvirlit yvir allar bøkurnar sæst á hemlid.fo
Bókin er 105 bls. og kostar 198 kr