Gestur hjá veruleikanum nú í føroyskari týðing

Gestur hjá veruleikanum er tann triðja bókin hjá Pär Lagerkvist, sum forlagið HEMLIÐ gevur út í føroyskari týðing eftir Eilif Samuelsen. Barabbas kom út á vári í 2008 og Bøðilin kom um heystið sama árið.

Gestur hjá veruleikanum er sjálvsævisøguliga frásøgnin hjá Pär Lagerkvist. Hon er um tann lítla dreingin Anders og uppvøkstur hansara við eini jarnbreytarstøð í tí  svenska smábýnum um aldarskiftið 1900. Anders sær umheimin sum ígjøgnum eitt vindeyga og livir heilt í sínum egna veruleika, og hann hugsar nógv um tað, sum hendir uttan um hann. Bókin lýsir ta spennandi ferðina á skinnaravagninum við pápanum, sum arbeiðir á jarnbreytastøðini, út at vitja abban og ommuna, sum búgva á einum bóndagarði úti á landinum. 

Ein týðandi táttur í bókini er bønarsteinurin í skóginum. Hagar fer Anders, tá ið gráviðrað er, vindur og regn. Veður og vindur ger tann rætta karmin um

huglag hansara. Og hóast hann biður til tann sama gud, sum tey har heima, so er tað higar út hann má fara við sínum brennandi bønum um, at hann skal ikki doyggja. Óttin fyri deyðanum er trúgvi fylgissveinur hansara.

Men Gestur hjá veruleikanum nemur eisini við nakrar av teimum eksistensiellu spurningunum, sum Pär Lagerkvist ofta dróst við, samanrenningin við ræðsluna fyri at doyggja og hvussu gudstrúgvin í uppvøkstrinum er tann fasta grundin, tá ið ein er í ferð við at koma sær upp millum tey vaksnu.

Bókin er 124 bls. og kostar 180 kr. Bókin kemur út hósdagin 1. desember og fæst til keyps í øllum bókabúðum og á heimasíðini hjá Forlagnum HEMLIÐ.