FÚRSTIN eftir Niccolò Machiavelli er nú komin í føroyskari týðing
Niccolò Machiavelli (1469-1527) var føddur í Firenze, sonur ein løgfrøðing. Hann var útbúgvin í samsvari við ta humanistisku hugsjónina í renessansuni, sum legði dent á latín og tað klassiska.
Fúrstin (Il Principe) er viðgitnasta bókin hjá Machiavelli. Hon er eisini ein av teimum viðgitnastu ritverkunum í søguni í politiskari heimspeki, hóast hon kanska ikki er so heimspekilig sum hansara Discorsi.
Tað er Forlagið HEMLID, sum gevur bókina út. Forlagið gevur út klassikarar í heimsbókmentunum og hevur higartil givið út 11 bøkur.
Føroyaprent hevur tað prentað allar 11 bøkurnar hjá Eilifi Samuelsen.
Sí meira á heimasíðuni hjá forlagnum Forlagið Hemlið