Bøðilin eftir Pär Lagerkvist í føroyskari týðing
Forlagið HEMLIÐ gevur út enn eina av kendastu bókunum hjá Pär Lagerkvist í føroyskari týðing. Hesa ferð er tað BØÐILIN, sum vakti stóran ans, tá ið bókin kom út í 1933 og ikki minst eftir kríggið, tá ið sannleikin í innihaldinum kundi verða váttaður.
BØÐILIN er ein long stuttsøga ella ein stutt skaldsøga. Høvundurin er ávirkaður av tí einræðisalduni og fasismuni, sum tók seg upp í Europa í árunum undan 2. heimsbardaga.
BØÐILIN er søgan um tann tíðarleysa óndskapin og fordømir hóttanina frá einaræðisharrunum og fasismuni. Fyrsti parturin er lagdur til ein miðaldar bý, har lesarin hittir bøðilin, sum síðani verður fluttur upp í nútíðina og ongantíð missir sína innastu veru sum tann holdgjørdi óndskapurin. Hann er fordømdur í ævigar tíðir fyri syndirnar hjá mannaættini. Moralskir spurningar og tann humanistiska kreppan settu sín dám á skaldskapin hjá Lagerkvist í 1930 og 1940árunum.
Eilif Samuelsen hevur umsett bókina, sum er 87 bls. og kostar 198 kr. Bókin fæst til keyps í bókabúðunum og á heimasíðuni hjá Forlagnum HEMLIÐ (www.hemlid.fo).